Tíðindi
Er tað tær vit leita eftir? Okkum tørvar tríggjar námsfrøðingar í okkara góða starvsfólkahóp, harav eitt starv er varaleiðarastarv. Kundi tú hugsa tær at ment tínar leiðslu førleikar, so kann starvið sum varaleiðari verða eitt gott fet á leiðini við møguleika fyri persónligari menning og fakligari sparring.
Og veist tú hvat? Børnini gleða seg at spæla við tykkum :)
Um Blákolluna
Blákollan er kommunalur dagstovnur, ið lat upp í 2001. Stovnurin liggur á Kjalarvegnum, við haga í nærumhvørvinum, og her búleikast vit í húsum í trimum hæddum, við eini stovu á hvørjari hædd. Vit hava tvær barnagarðsstovur við íalt 32 børnum og eina vøggustova við 10 børnum.
Sum námsfrøðingur í Blákolluni ert tú, saman við starvsfelagum tínum, við til at seta dám á námsfrøðiliga virksemi á stovninum, so at børnini fáa ein tryggan, mennandi, innihaldsríkan og stuttligan dag.
Vit arbeiða í løtuni við at endurnýggja okkara námsætlan, so ert tú nýhugsandi og torir at taka ábyrgd og avgerðir, so kann hetta verða eitt spennandi starv fyri teg.
Vit bjóða tær:
• Ein spennandi stovn ið er í menning viðvíkjandi námsætlan og virðisgrundarlag
• Eitt gott arbeiðsumhvørvið
• Fakligar og persónligar avbjóðingar
• Ein góðan, jaligan og vælvirkandi starvsfólkahóp
• Ein stovn, ið arbeiður við Betri Vinum
• Tveir ráðleggingardagar um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, og trivnaðarfremjandi átøkum
Vit vænta, at tú:
• Hevur útbúgving sum námsfrøðingur
• Hevur ein savnandi hugburð
• Ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• Hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
• Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
• Sær møguleikar fram um forðingar
• Vil vera við til at mynda stovnin framyvir
Sum varaleiðari skalt tú:
• Hava dirvi, evnir og áhuga í leiðsluuppgávum
• Undir ábyrgd og í samstarvi við stovnsleiðaran taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi stovnsins
• Vera fús/ur at taka á teg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan stovnsleiðarans
Setanarviðurskifti:
Talan er um trý størv, tvey á 30 tímar, og varaleiðari 35 tímar, harav 5 tímar eru settir av til leiðsluuppgávur, at byrja 10. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Um so er, at ikki øll størvini verða mannaði við námsfrøðingum, kann atstøðingur ella hjálparfólk verða sett í eitt tíðaravmarkað starv.
Vit hava eisini tørv á avloysarum av og á, hevur hetta tín áhuga ert tú vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðaran.
Skrivlig umsókn, saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast týsdagin 9. juni 2026. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 24-25, og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Blákolluna
Um hetta er nakað, tú brennur fyri, og vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Unn Jarnskor Ellingsgaard, leiðara á tlf. 238895.
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossum
Almennur fundur um undirsjóavatunnil í Kalsoynna