Tíðindi

23.05.2026
Forkunnug vitjan í býráðshúsinum

Seinnapartin leygardagin var ein heilt serlig og hugnalig vitjan í býráðshúsinum í Klaksvík, tá eitt ferðalag úr Íslandi vitjaði. Tað serliga við hesum ferðalagnum var, at nærum allir menninir, ið vóru við á túrinum, hava í eitt tíðarskeið siglt við Stellunum.

Nógv fólk vóru møtt til tiltakið, har bæði søga, sangur og sjóvinnumentan vóru í miðdeplinum. Skráin byrjaði við kórsangi frá “Stellukórinum”, sum teir róptu seg. Teir framførdu tveir sangir, og síðani helt Karl Johansen, borgarstjóri, eina røðu, har hann millum annað legði dent á stóra týdningin, sum skipini hava havt í bæði Klaksvík og Íslandi. Síðan varð eitt sera flott modell av hekkutrolarunum Stella Kristina og Stella Karina avdúkað. Modellið hevur íslendingurin Elvar Þór Antonsson úr Dalvík gjørt.

Stellumenn í Stelluhúsinum
Í 1960 stovnaðu Laksafoss-brøðurnir Pf. Stella, og í 1968 og 1969 komu hekkutrolararnir Stella Kristina og Stella Karina til Klaksvíkar. Laksafoss brøðurnir bygdu somuleiðis húsið, har umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu heldur til í dag, og varð húsið tí ofta rópt Stelluhúsið.

Í 1973 vórðu bæði skipini seld til Akureyrar, har tey fingu nøvnini Sléttbakur og Svalbakur. Í Íslandi gjørdust tey skjótt sera væl umtókt, og menninir, sum sigldu við skipunum, vórðu ofta róptir stellumenn.

At enda varð ein felags mynd tikin av íslendingum og føroyingum, sum hava siglt við Stellunum. Tiltakið í býráðshúsinum eydnaðist sera væl og varð ein hugnalig og minnilig løta, har føroyingar og íslendingar saman kundu minnast eina týdningarmikla sjóvinnusøgu og tey sterku bondini millum londini bæði.

Onnur tíðindi
22.05.2026

Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin

21.05.2026

Atlantic Fair aftur í 2028

20.05.2026

Stongt fyri allar ferðslu undir Fossum