Tíðindi

28.05.2026
Árligi barnafagnaðurin á skránni í dag

Í dag, hósdagin 28. mai, verður árligi barnafagnaðurin á dagstovnaøkinum í Klaksvík aftur á skránni. Eins og undanfarin ár fara børn og starvsfólk at savnast til ein hugnaligan og festligan dag.

Skrúðgonga fer av Sandinum og niðan í Badmintonhøllina. Gingið verður eftir Klaksvíksvegnum. Í Badmintonhøllini verður undirhald fyri børnini, og dagurin verður merktur av sangi, gleði og góðum felagsskapi.

Løgreglan fylgir skrúðgonguni allan vegin fyri at tryggja, at alt gongur trygt fyri seg. Samstundis verður heitt á bilførarar um at taka hædd fyri teimum mongu børnunum, ið eru á vegnum lesa løtuna. 

Barnafagnaðurin er vorðin ein fastur og væl dámdur táttur av dagstovnalívinum í Klaksvíkar kommunu, og nógv gleða seg altíð til tiltakið.

Onnur tíðindi
27.05.2026

Býráðsskráin 28. mai

27.05.2026

Norð­oyastevnuskráin er nú tøk

26.05.2026

Endur­nýtslan er stongd leygar­dagin