Tíðindi
10.06.2026
Asfaltering undir Fossum 11. og 12. juni
Í sambandi við asfaltsarbeiði verður ferðslan tarnað, og eingin parkering verður loyvd á parti av vegastrekkinum undir Fossum hósdagin 11. juni. Fríggjadagin 12. juni verður vegurin stongdur frá kl. 09.00, til arbeiðið er liðugt. Vegurin undir Brúnni verður somuleiðis stongdur frá kl. 09.00 til 13.00.
Fríggjadagin 12. juni steðgar býarbussurin ikki undir Fossum og oman Eið. Í staðin koyrir bussurin frá undir Klakki eftir Klaksvíksskákinum, Víkavegnum, Vágstúni og Nýggjavegi og tekur síðani rutuna upp aftur við Klingrugarð.
Onnur tíðindi
01.08.2026
Ferðslan á summarfestivalinum 2026
27.07.2026
IRF: Broytingar í innsavningini á Ólavsøku
24.07.2026
Námsfrøðingar til Blákolluna
23.07.2026