Tíðindi

17.06.2026
Samstarvsavtala um integratión fyri norður-/eysturøkið undirskrivað

Mikudagin 17. juni 2026 møttust borgarstjórarnir í norður-/eysturøkinum til fyrsta fundin í nevndini fyri nýggja samstarvið, sum fevnir um Klaksvíkar-, Eystur-, Fuglafjarðar, Kunoyar-, Hvannasunds-, Viðareiðis- og Fugloyar kommunur, har skrivað varð undir samstarvsavtaluna.

Í samband við at løgtingið hevur samtykt eina integratiónslóg, er tað álagt øllum kommunum at hava sett ein integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli 2026.

Tann 1. mai 2026 byrjaði Sóley Sjúrðaberg í starvinum sum integratiónssamskipari fyri norður-/eysturøkið.

Á fundinum í samstarvsnevndini, sum er mannað av borgarstjórunum í luttakandi kommununum sum føstum limum, greiddi Sóley frá arbeiðinum higartil og samskifti við borgarstjórarnar um viðkomandi spurningar og avbjóðingar.

Uppgávan hjá integratiónssamskiparunum verður m.a. at vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur í kommununum, og saman við politisku skipanini tryggja at fólk trívast og verða ein virkin partur av samfelagnum. At enda á fundinum skrivaðu borgarstjórarnir undir samstarvsavtaluna.

Á myndini síggjast Ólavur F. Nybo, borgarstjóri í Kunoyar kommunu, Per Martin Gregersen, bogarstjóri í Eysturkommunu, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, Karl Vilhelm Hansen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, og Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu. Símun Gullaksen, borgarstjóri í Fugloyar kommunu vantar á myndini.

Onnur tíðindi
17.06.2026

Stangavegur skal asfalterast

17.06.2026

Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákolluna - longd freist

11.06.2026

Stongt vegna starvs­fólka­útferð