Tíðindi

18.06.2026
Starvsfólk til frítíðarskúlan Snjallubjallu

Nú hevur tú møguleika at arbeiða millum tey fittastu børnini í 1. og 2. flokki í Klaksvík :)

Tá skúladagurin er liðugur hjá fittu børnunum í 1. og 2. flokki, renna tey yvir til Snjallabjallu, her koma dagliga umleið 165 børn og í løtuni eru vit 26 starvsfólk, sum arbeiða meðan vit hava opið, millum klokkan 11.00-17.00.

 

5 starvsfólkum á 25 tímar:

Vit sóknast eftir trimum námsfrøðingum ella atstøðingum til stovurnar í Snjallabjallu, Garðalisu og Kí-høllini
tveimum námsfrøðingum, atstøðingum ella hjálparfólkum til Garðastovu (serstovu). Starvsbyrjan er 11. auguast 2026.

Snjallabjalla skal vera eitt mennandi og gott stað/umhvørvi at vera í. Vit leggja m.a. dent á:

  • Skikkað starvsfólk. Tað merkir – sjónlig, jalig og virkin starvsfólk, sum í góðum samstarvi eru skapandi og duga at seta seg inn í tørv barnanna eftir teirra fortreytum. Sum starvsfólk í serstovu, verður væntað, at ein megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at ein er áhugaður í at seta seg inn í samskiftisamboð, s.s. Tekn til Talu, Piktogrammir o.a.t.
  • Gott sosialt umhvørvi. Tað merkir, at øll laga seg eftir hvørjum øðrum við ábyrgd og virðing. At hvør einstakur fær umsorgan og tryggleika. At børnini kunnu spæla saman uttan mun til flokk, aldur, kyn og áhuga og at dentur verður lagdur á frið og samljóð.
  • Samskifti. Tað merkir, at vit ynskja, at eitt sjónskt og skapandi samstarv er millum foreldur, skúla og frítíðarstovn. At eitt gott og samskipað kunningarstøði er millum skúlan og frítíðarstovnin.
  • Góðar karmar. Tað merkir, at karmar um og innihald í frítíðarstovninum verða vird. At rásarúm er til ymisk ítriv í tryggum kørmum og at pláss er fyri tí einstaka.

Sum starvsfólk skalt tú, saman við børnunum, seta ting í gongd og harvið verða partur av at gera dagin á frítíðar-stovninum spennandi og mennandi.

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Skrivlig umsókn, saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 5. juli 2026.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjua her: Starvsfólk til Snjallubjallu

 

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg og hevur tú hug at vita meira um størvini og stovnin kanst tú venda tær til Beintu Klakstein, leiðara á tlf 218878

Onnur tíðindi
18.06.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu barnagarð (endur­lýsing)

17.06.2026

Samstarvsavtala um integratión fyri norður-/­eysturøkið undirskrivað

17.06.2026

Stangavegur skal asfalterast