Tíðindi
Sum siður hevur verið seinnu árini, varð skipað fyri einari fráfaringarløtu í Smæruni, áðrenn fráferðina hjá Team Rynkeby og teimum yvir 1.200 km móti París. Á skránni vóru røður, og Karl Johansen, borgarstjóri, ynskti sjálvandi “rynkunum” góða og trygga ferð til París.
Borgarstjórin takkaði bæði súkklarunum fyri teirra arbeiði og stuðul til eina góða søk. Eisini segði hann, at vit í Klaksvíkar kommunu eru errin av teimum og takksom fyri tað arbeiði, sum Team Rynkeby ger.
Eftir at Karl hevði hildið sína røðu, sungu Operettirnar tveir sangir. Síðan var tað Don E. Joensen, sum segði nøkur orð vegna Team Rynkeby.
Aftur í ár høvdu børnini í Blákolluni málað málningar og gjørt ymiskar lutir, sum fólk kundu keypa til frama fyri endamálið hjá Team Rynkeby.
Klaksvíkar kommuna ynskir ferðalagnum góða ferð til París.Se mindre
Býráðsskráin 25. juni
Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin