Tíðindi

24.09.2026
Býráðið samtykti fíggjarkarmin fyri 2027

Uppskotið til fíggjarætlan fyri 2027 vísir inntøkur á 437 mió. kr. og rakstur á 333 mió. kr. Úrslitið áðrenn íløgur og avdráttir er 83,5 mió. kr., sum er 6,5 mió. kr. betri enn í fíggjarætlanini fyri 2026.

Sambært lániavtalunum skulu góðar 24 mió. kr. rindast í avdráttum. Eftir rentur og avdráttir verða sostatt 59,5 mió. kr. eftir til íløgur, um kommunan ikki tekur nýggj lán.

Raksturin hækkar 20,3 mió. kr. í mun til upprunaætlanina fyri 2026. Ein stórur partur av hækkingini stavar frá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH). Játtanin til NBH hækkar úr 93,5 mió. kr. í 2026 til 106,2 mió. kr. í 2027, sum er ein hækking upp á 12,7 mió. kr. ella 13,6 prosent. Hetta svarar til 63 prosent av samlaða vøkstrinum í rakstrinum.

Inntøkurnar frá landinum í sambandi við eldraøkið eru mettar til 85,2 mió. kr., meðan útreiðslurnar eru 106,2 mió. kr. Hetta gevur eitt hall á 21 mió. kr. Ein orsøk til broytingina er, at forskattingin av eftirlønum ikki hækkar eins nógv sum undanfarin ár.

Í uppskotinum er roknað við, at nettoskuldin við ársenda 2027 verður umleið 100 mió. kr. undir eina álíkning, um fíggjarætlanin verður hildin, og 24 mió. kr. verða goldnar í avdráttum.

Í verandi uppskoti til fíggjarætlan fyri 2027 er javnvág millum inntøkur og útreiðslur. Samstundis verður mælt til, at langtíðarætlanin hjá kommununi verður dagførd í sambandi við arbeiðið við fíggjarætlanini.

Býráðssamtyktir síggjast her: Býráðssamtyktir 2026

Onnur tíðindi
24.09.2026

Faðir og dóttir á býráðsfundi

24.09.2026

Stongt vegna jarðarferð

23.09.2026

Býráðsskráin 24. september