Námsfrøðiliga Ráðgevingin

Børn við serligum tørvi

Námsfrøðisliga Ráðgevingin heldur til á Klaksvíksvegi 7, 2.hædd.

Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu er eitt fyribyrgjandi tiltak og eitt tilboð til foreldur og stovnar, sum eru fevndir av dagstovnalógini.

Námsfrøðiliga Ráðgevingin tekur støði í § 5 í dagstovnalógini, og stovnar kunnu fáa ráðgeving í mun til eitt einstakt barn, ein barnabólk ella fakliga innihaldið í arbeiðnum.

Endamálið er at tryggja, at øll børn hava eitt gott og mennandi tilboð.

Ráðgevingin tekur støði í vitanini um:

  • At børn hava tørv á góðum relatiónum fyri at menna seg optimalt
  • Støði verður tikið í førleikunum og styrkjunum hjá barninum
  • At styrkja tey vaksnu, sum eru um børnini
  • At foreldrasamstarvið er ein týðandi liður í tí ráðgevandi arbeiðinum

Starvsfólkini á NR síggjast her, og umsóknarskjal til námsfrøðiliga ráðgeving er at finna í sjálvgreiðsluni

Í teimum førum, har tørvur er á neyvari kanningum, kann barnið tilmeldast Sernám.

Kunna teg nærri um tænasturnar og starvsfólk hjá Sernám her.