Reglugerð grundøkið
Reglugerð
Reglugerð fyri grundstykkjalistan hjá Klaksvíkar Kommunu
Frá 1. januar 2002 skulu allar umsóknir til grundstykkjalistan vera skrivligar.
Umsóknin verður send Umhvørvis- og býarskipanarnevndin til kunningar og sett á
grundstykkjalistan eftir móttøkudegnum av tí til eina og hvørja tíð ásettum deposituminngjaldi.
Fyri at vera settur á listan, skal umsøkjarin vera:
- Fylt/ur 18 ár
- Ikki eiga kommunalt ella privat grundøki í Klaksvíkar kommunu ella samlívandi við persón, ið eigur slíkt grundøki
- Hava inngoldið 2.500 kr. í depositum. Upphæddin verður trekt av søluprísinum fyri grundøkið, tá hetta verður útlutað
Velur umsøkjari av eini ella aðrari orsøk at lata seg strika av aftur listanum, verður upphæddin goldin aftur uttan rentur.
Umsøkjari, ið stendur fremst á listanum, fær fyrst boðið grundøki.
Umsøkjari, sum sambært grundstykkjalistanum fær boðið kommunalt grundøki, men ikki hevur møguleika at taka av tilboðnum, kann, um hann ynskir tað, varðveita plássið á gundstykkjalistanum. Hetta kann tó bert gerast tvær ferðir, og verður umsøkjarin strikaður av listanum, um hann ikki tekur av triðju ferð.
Um umsøkjari ella hjúnafelagi/samlivari eiga hús, tá hann søkir um ella fær tilboð um kommunalt grundøki, kann hann ikki fáa játtað grundøki frá kommununi, fyrrenn váttan fyriliggur uppá at húsini verða seld.
Nevndu reglur eru galdandi fyri grundstykkjalistan hjá Klaksvíkar kommunu, og verða stýrdar umsitingarliga.
Møgulig frávik frá reglunum kunnu bert góðtakast, tá talan er um serstakar grundir, og skal Umhvørvis- og býarskipanarnevndin í hvørjum einstøkum føri góðkenna hesi.