Sølutilgongd
Sølutilgongd
Tað eru tveir mátar at avgreiða søluna:
- Keypari upplýsir peningastovn og kundaráðgeva, síðani verður skeytið undirskrivað av kommununi og sent peningastovninum, ið síðani kallar teg/tykkum inn til undirskrivingar og avgreiðir gjald og tinglýsing tína/tykkara vegna.
- Keypari fær avrit av skeytinum sendandi ella avtalar eina tíð at koma inn á kommunuskrivstovuna at undirskriva skeytið, flyta kommununi keypsupphæddina og tinglýsingarútreiðslur*, síðani tinglýsir kommunan ognina tína vegna.
*Tinglýsingarútreiðslur eru kr. 1.000,- + 1% av keypskostnaðinum.
Byggifreist og treytir
Keypari bindur seg til at byrja húsabyggingina uttan óneyðugan steðg og í seinasta lagi 1 ár aftaná dagfestingina av skeytinum. Bygging skal vera liðug, áðrenn 3 ár eru liðin frá nevnda degi.
Lesið um álagdar treytir í skeytinum her
Íbinding
Í sambandi við kommunala útstykking verður brunnur altíð lagdur við øllum innleggingum klárum at binda í hjá teimum, sum byggja.
Skeyti
- Skeyti - avrit (143.42 KB)