Summarfestivalur

Summarfestivalur 8. - 10. august 2019

Ferðslan kring miðbýarøkið verður umskipað í samband við Summarfestivalin. Fyrireikingarnar byrja mánadagin 5. august og ávirka ferðsluna alla vikuna. Ferðslan verður aftur sum vanligt mánamorgunin 12. august.

Trýst her fyri at síggja ferðslubroytingarnar á korti

Bøgøta: millum Oman Eið og Fossagøtu: einvegis norðureftir - Frá Fossagøtu og norðureftir: ongin ferðsla frá mikumorgni 8. august kl. 6 til mánamorgunin 12. august.

Nýggivegur: millum Fossagøtu og Oman Eið: einvegis suðureftir

Gerðagøta: frá rundkoyringini til Jógvan Waagsteinsgøtu: ongin ferðsla frá mikumorgni 7. august kl. 6 til mánamorgunin 12. august

Heygavegur: Millum Ziskagøtu og Gerðagøtu: einvegis suðureftir

Uppsalagøta: millum Vágstún og vegkrossin Uppsalagøta/Nýggivegur: ongin gjøgnumkoyring

Eisini eru serligar vegleiðingar galdandi fyri húsvognar og hýruvognar - hesar síggjast eisini á kortinum, sum kann takast niður her.

Býarbussurin
Vegna ferðslubroytingarnar koyra Býarbussarnir hjá kommununi ikki í viku 32, t.v.s. frá mánadegnum 5. august. Koyrt verður aftur sum vanligt mánadagin 12. august.

Húsvognar og bátapláss
Økini til húsvognar eru í samband við Summarfestivalin staðsett ymsastaðni í býnum. Fyrispurningar um húsvognapláss og bátapláss, meðan festivalurin er, kunnu vendast til Visit Norðoy á Tingstøðini (Biskupsstøð). Visit Norðoy hevur telefon 456939.

Kunning um Summarfestivalin
Onnur kunning í samband við festivalin, eitt nú um tjalding, skrá, armbond o.s.fr. er tøk á www.summarfestivalur.com 

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum ein góðan Summarfestival