Torradagar
Torradagar 2026 verða hildnir í døgunum 16. til 21. februar.
Torradagar eru vanliga á skrá í eina viku, og verður hildin í Klaksvík í torra. Tiltakið varð fyrstu ferð hildið í 2007.
Torri - ella í torra - kallast mánaðurin, ið byrjar í seinnu helvt av januar ella fyrru helvt af februar og varir í 4 vikur fram, tað er eina mánaringrás.
Í torravikuni verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík. Fyrilestrar um torra, torrafisk og torrahald. Um fiskivinnu og siðir á sjónum í dag og fyrr.
Til ber at boða frá tiltøkum til Torraskránna 2026 umvegis leinkjuna her: Tiltøk til skránna
Undanfarnu Torradagar
Myndir frá farnum Torradøgum seinastu 11 árini