Graviloyvi

Umsókn um graviloyvi

Treytir

Loyvið er treytað av átekning, (ferðslan og avmerking fyri ferðslu), verður góðkend av politinum. Hann, ið grava skal, má sjálvur útvega sær upplýsingar um leiðingar/kaðalar/rør frá SEV, FT, Klaksvíkar kommunu (vatn, gøtuljós, kloakk) o.ø. avvarðandi eigarafeløgum.

Tá arbeiðið er liðugt, skal Klaksvíkar kommuna fráboðast.

Tilfar

Umsøkjarin váttar at gjalda allar útreiðslur í sambandi við neyðug umvælingararbeiði - herundir eisini møguligar skaðar á leiðingar, sum liggja, har grivið verður.

Gjørt verður vart við, at har grivið verður í koyri- og/ella gongubreyt, skal uppgrivna tilfarið koyrast burtur, og nýtt - av býarverkfrøðinginum góðkent - tilfar koyrast í aftur og komprimerast væl og virðiliga fyri í mesta lagi hvørjar 30 cm í tjúkd.

Asfaltering

Tá grivið verður í gongubreyt, skal asfaltið takast av allari gongubreytini eftir grøvini.

Galdandi kostnaður av umvælingum í samband við asfaltering er góðkendur við innsendan av umsóknini:

Gongubreytir:    250,00 kr./m + MVG
Koyribreytir:       360,00 kr./m + MVG

Umsøkjarin játtar somuleiðis at fylgja treytunum og viðmerkingunum omanfyri og eisini ásetingunum frá býarverkfrøðinginum og/ella avvarðandi vegamyndugleika.