Broytingar í byggisamtykt
Byggisamtyktarbroyting fyri Svínoy
Kunngerð: Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast
broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 15.12.2022 uppskot um almenna byggisamtyktina fyri Svínoy.
- Eingin byggisamtykt er frammanundan í Svínoy
- Broytingin umfatar alla Svínoyar bygd.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi
03.06.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 21/01716
Tilfar, sum lýsir uppskotið fyri byggisamtykt fyri Svínoy liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 22.04.2024 – 13.05.2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar.
Fylgiskjøl:
- Kunngerð (501.14 KB)
- Økisásetingar - Svínoy (Apríl 2024) (5.96 MB)
- Kort Svínoy 2024.pdf (1.64 MB)
- Fylgiskjal 2 (Tjóðsavnið) (1.82 MB)