Tíðindi
Miðbýurin í tykisveruleika, góður matur og tónleikur, og harumframt áhugaverdar framløgur um bústaðar- og starvsmøguleikar í Klaksvíkar kommunu. Her er skráin fyri tiltakið í Føroyahúsinum í annaðkvøld.
Skráin
kl. 18: Vælkomin
kl. 18.10: Jógvan Skorheim, borgarstjóri: Klaksvík í framtíðini
kl. 18.20: Kjartan Hansen & Eskild Norðbúð, Kanjon: Framtíðar vinnumøguleikar í Klaksvík
kl. 18.35: Íverksetarahúsið: Hvussu kunnu vit hjálpa tær
kl. 18.45: Atli Danielsen, Norðoya sparikassi: Mínar royndir við at flyta heim og fáa starv
kl. 18.55: Smakka Norðoyggjar: Steðgur, netverkan og ábit
kl. 19.30: Útisetar sleppa til orðanna – Jógvan Skorheim svarar spurningum
kl. 20: Hallur Joensen og Jógvan Hansen framføra
kl. 20.30: Drigið verður millum øll vitjandi um atgongumerkir til Summarfestivalin og gávukort frá Klaksvíkar handilsfelag
kl. 20.35: Netverkan og ábit
Gjøgnum kvøldið ber eisini til at uppliva nýggja miðbýin í Klaksvík í tykisveruleika (Virtual reality), og harumframt verða góðir møguleikar fyri at netverka og fáa svar uppá spurningar um eitthvørt í Klaksvíkar kommunu.

Ferðslukunning í samband við Conference Leauge dyst hjá KÍ

Endurnýtslan stongd á Ólavsøku

Býarbussurin koyrir ikki á Ólavsøku
