Tíðindi

23.07.2025
Annika S. Biskopstø virkandi borgarstjóri

Í sambandi við at Karl H. Johansen, borgarstjóri, er uttanlands í løtuni, avloysir Annika S. Biskopstø sum borgarstjóri mánaðin út.

Í løtuni er summarsteðgur hjá nevndum og býráði, men tó eru ávísar dagligar og formligar uppgávur, sum áliggja borgarstjóranum at røkja, so sum hjúnavígslur. Hesum tekur Annika sær av, meðan Karl er burturstaddur.

Annika Biskopstø tók fyrstu ferð sæti í Klaksvíkar býráð fyri Tjóðveldi í valskeiðnum 2021-2024. Annika er fyrstvaldi býráðslimur á Tjóveldislistanum við 200 persónligum atkvøðum.

Umframt at vera varaborgarstjóri, er Annika S. Biskopstø eisini forkvinna í trivnaðarnevndini Børn og Ung.

Onnur tíðindi
26.08.2026

Dátueftirlitið hevur lokað málið um trygdarbrotið í 2024

26.08.2026

Virkið Heyst verður aftur í oktober

25.08.2026

Norskir stórtingslimir vitjaðu í Klaksvík

24.08.2026

Køksfólk til umsiting­ina hjá Klaksvíkar kommunu