Tíðindi

29.05.2018
Summarlist í Posthúskjallaranum

Aftur í ár skipar Norðoya Listafelag fyri Summarlist í Posthúskjallaranum í Klaksvík. Ein framsýning, ið er opin alt summarið, og sum vísir nakað av tí, sum rørist í listini í 2018.

Framsýningin vísir list í breiðasta høpi, og fevnir frá málningalist og grafikk, yvir gipsverk, installatiónir, videoverk, interaktiva list og animatiónstekning til sniðgeving av einum plaggi gjørt úr spælikortum.

Summarlist 2018 er hugsað sum ein upplivingarframsýning, har ráðu rúmini í posthúskjallaranum er væl hóskandi karmur um ymisku listagreinarnar. 14 listafólk luttaka, og eru tey úr øllum landinum. Felags fyri tey øll er, at tey eru yrkislistafólk, flest øll eru útbúgvin innan listaøkið, og flestu teirra liva eisini av listini.

Flestu teirra, serliga tey yngru, hava nomið sær listaútbúgving uttanlands, í Onglandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Spania og Íslandi. Teirra list er á mangan hátt nýhugsandi, og við sínum íkøstum flyta tey føroysku listina, og geva tey henni, á ein hátt, ein nýggjan altjóða kendan dám.

Summarlist miðjar eftir at vísa, sokallaðu samtíðarlistina í góðum kørmum, og á einum týðandi palli mitt í býinum, í Klaksvík. Nevnliga í gamla posthúsinum, sum innan stutta tíð, broytir ham til eitt stásiligt mentanarhús.

Listafólkini vísa hvør í sínum lagi sína list, sum er bæði innilig og í summum førum eisini sjálvrannsakandi. Listaáhugaðir gestir kunnu fáa listaupplivingar, í fjálga, fáa smílið fram, provokera, geva íblástur, og kanska fáa ein at hugsa, hvat list kann vera.

Men felags fyri øll verkini er, at tey eru skapt av listafólki, ið tora at standa við, tað tey umboða og hava uppá hjarta.

Takk til Eldrafelagið í Klaksvík, sum aftur í ár, trúliga ansar framsýningini. Takk til Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík fyri vælvild í sambandi við, at vit kunnu nýta hølini. Og takk til tey, sum hava hjálpt til við at gera framsýningina klára.

Norðoya listafelag ynskir øllum vælkomnum til SUMMARLIST 2018.

Á Norðoyastevnu er SUMMARLIST 2018 opið leygardag og sunnudag kl. 15.00 – 20.00

 

Framsýnarar í ár eru:

Astri Luihn

Dan Helgi Helgason í Gong

Fía Heinesen

Frits Johannesen

Hans Jacob Østerø

Heiðrik á Heygum

Jóhan Martin Christiansen

Jón Sonni Jensen

Jóna Rasmussen

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Kunoy

Rókur Heinason Heinesen

Silja Strøm

Tummas Jákup Thomsen

 

Onnur tíðindi
01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað