Nýggjastu tíðindi

06/08/2018

Summarfestivalurin: fimtan og framvegis høgtflúgvandi


Ein heilsan frá borgarstjóranum í samband við Summarfestivalin í Klaksvík.

Síðan fyrsta Summarfestivalin í 2004 hevur Vágsbøur verið staðið, har hittini hittast. Hetta fyrsta árið var vælsignað við bakandi sól, og millum hittini vóru “Daddy Cool” hjá Boney M og “Lady in Black” hjá Ken Hensley úr Uriah Heep. Hóast fyriskipararnir høvdu spælt við tankan um ein festival í Klaksvík í fleiri ár frammanundan, so var hugskotið og tiltakið nýtt fyri tey flestu av okkum, og optimisman var eyðsýnd á Vágsbøi hesar góðveðursdagarnar í august 2004. Stemningurin var fantastiskur, og á ein ella annan hátt bar alt til. Øll vóru flúgvandi, sjálvt Trølla Pætur og garrvilla omman, sum í fallskíggja lupu niður á Vágsbø úr tyrluni til barnatiltak og konsert.

Tann minnisverdi fyrsti Summarfestivalurin vísti seg bert at vera byrjanin, og nú vit í ár fara undir festivalin 15. árið á rað, kunnu vit líta aftur og staðfesta, at Summarfestivalurin í viðgongd og mótgongd hevur gjørt tað størri og stuttligari at vera í Klaksvík.

Nakrar av løtunum hava sjálvsagt verið lættari og stuttligari enn aðrar – hvør minnist ikki 2006, tá Roger Hodgson ikki fekk lent fyri mjørka fyrr enn væl út á náttina, og tí ikki byrjaði konsertina á Vágsbøi fyrr enn árla á morgni? Ella árið eftir, 2007, tá Scorpions við heimshittinum “Rock you Like a Hurricane” lýstu illveðrið á festivalinum enn betri, enn hvat gott var? Minnini og søgurnar frá Summarfestivalinum eru óteljandi, men tær enda altíð væl, og ótroyttiligir herja fyriskipararnir trúfastir á aftur, ár eftir ár eftir ár. Tað mugu vit sum býur, kommuna og samfelag ongantíð gloyma at takka teimum fyri. Teirra dirvi og árræði leggur lunnar undir, at vit sum festivalgestir kunnu vera við til at gera Summarfestivalin til eitt av størstu og bestu hæddarpunktunum á føroyska sumrinum.

Tað einasta, vit skulu gera, er at møta upp í góðum lag – og ja, við hvørt eisini hava regnklæðini og gummistyvlarnar til reiðar – og so bara njóta hittini og góðu samveruna við hvønn annan. Í ár kunnu vit gleða okkum til heimshitt sum “Barbie Girl” og “Symphony”, og so sjálvandi eisini mongu fantastisku føroysku nøvnini, sum mynda hesa 15. Summarfestivalskránna. Sjálvur gleði eg meg mest til at vera við til at skapa nýggj minnir, og harvið fáa nýggjar søgur at fortelja saman við øllum øðrum festivalgestum og -fyriskiparum.

Góðu fyriskiparar og góðu vit øll, sum tilsamans skapa Summarfestivalin hvørt einasta ár: hjartaliga til lukku við teimum 15 árunum! Hetta fantastiska tiltakið flýgur framvegis høgt, og lat okkum øll í felag síggja til, at so kann vera í nógv ár afturat.

Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, øll somul og góðan Summarfestival.

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Nýtt í kommununi

Myndarøð: Klaksvík í fokus hóskvøld
18/10/2018

Klaksvík í fokus endaði hóskvøldið við einum braki í nýumvælda Spinnarínum. Les meira »

Myndarøð: Klaksvík í fokus mikukvøld
18/10/2018

Fitt av fólki vóru við, tá Skúlatrøð og ítróttarøkið vóru í fokus mikukvøldið. Les meira »

Virkin eldri seta sín dám á býarmyndina
18/10/2018

”Virkin eldri” er vorðið eitt afturvendandi og vælkent hugtak, og sæst tað aftur í býarmyndini, at fólkapensjónistar í Norðoyggjum… Les meira »

Vís fleiri