Tíðindi

04.09.2018
Bamsuvitjan og føðingardagur í Fjallafípuni

(Trýst á myndina fyri at gera hana størri) 1. september fylti Fjallafípan 16 ár. Tí var morgunmatur fyri børnum og foreldrum á stovninum í morgun, og eftir morgunmatin kom ein mjúkur og klemmiligur føðingardagsgestur á gátt.

Tá ið børnini í Fjallafípuni høvdu etið morgunmat í morgun, og foreldrini vóru farin avstað aftur, kom ein serligur gestur á vitjan hjá teimum. Bamsan er kend úr átakinum "Betri vinir" hjá Barnabata, sum er fyribyrgjandi átak móti happing, og Bamsan gav sær góðar stundir at klemma og heilsa uppá øll børnini og tey vaksnu í Fjallafípuni. 

Áðrenn hon fór avstað aftur, vísti Bamsan eisini børnunum, at hon bæði dugir at 'flossa' og 'dabba', og so stillaði hon eisini upp til eina felagsmynd saman við øllum børnunum í Fjallafípuni.

Onnur tíðindi
01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað