Tíðindi

13.06.2019
Maskinsmiður ella bilmekanikari til Klaksvíkar Kommunu

Søkt verður eftir maskinsmiði ella bilmekanikara til Smiðjuna hjá Klaksvíkar kommunu. Smiðjan tekur sær av øllum tekniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, gravimaskinum, skeltum og øðrum, sum hoyrir til tekniska økið.

Førleikakrøv:
Vit ímynda okkum, at tú ert útlærdur maskinsmiðjur, bilmekanikari ella aðra viðkomandi útbúgving.
• At tú ert samstarvssinnað/ur
• At tú ert vælskipað/ur
• At tú ert arbeiðssom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt sum handverkari sambært sáttmála millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til
klaksvik@klaksvik.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna,
Postsmoga 2, 710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin er mánadagin 12.aug 2019 kl. 12:00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
ringja til Jan Harris Askham, leiðara, á tel. 225158 ella umvegis t-post: smidjan@klaksvik.fo

Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn