Tíðindi

02.07.2019
Barnatannrøktin í summarfrítíðini

Barnatannrøktin er í summarfrí frá 27. juni til 19. august. Í hesum tíðarskeiðinum eru tríggir vaktardagar ásettir til bráðfeingis tannlæknahjálp

Er tørvur á bráðfeingis tannlæknahjálp, meðan barnatannrøktin er í summarfrí, ber til at ringja til Miðlan og bíleggja tíð.

Tannlæknahjálp verður veitt í trimum umførum:

·         fríggjadagin 12. juli

·         fríggjadagin 26. juli

·         fríggjadagin 9. august

Neyðugt er at bíleggja tíð í seinasta lag ein dag frammanundan.

Miðlan hevur tlf. 410000. Opið er hvønn gerandisdag kl. 10-16.

Onnur tíðindi
23.05.2025

Rakul nýggjur løgfrøðingur

20.05.2025

Dagføra gjøld fyri tænastur hjá Klaksvíkar havn

19.05.2025

Gólvið Í KÍ høllini verður skift

14.05.2025

Lendi til íbúðarverkætlan til sølu - Dagført