Tíðindi

21.08.2019
140 børn og ung vitjaðu Húsið

Skúlin er byrjaður aftur og tað merkir, at Húsið eisini hevur opið sum vanligt.

Fyrsta dagin eftir summarfrítíðina vóru heili 140 børn og ung vitjaðu Húsið. Umleið 75 børn og 65 ung. Tað er deiligt at síggja, at so nógv børn og ung dagliga vitja frítíðartilboðið í Klaksvík. 

Dagurin var brúktur til at siga hvat hendir í Húsinum, umframt at kunna um, hvat er á skránni næstu dagarnar. Hóast tað var fult hús og rokaligt, so funnu tey flestu seg til rættis rættiliga skjótt.

Frá Húsinum verður sagt, at tey gleða seg at síggja nógv børn komandi dagarnar.

Onnur tíðindi
30.09.2026

Køksfólk til umsiting­ina

30.09.2026

Íverksetaraskeið innan ferðavinnu

30.09.2026

Starvs­fólk til Blákolluna

29.09.2026

Ferðslu­kunning: U21 Føroyar - Luksemborg