Tíðindi

30.08.2019
Maskinsmiður ella bilmekanikari til Smijuna (endurlýsing)

- Søkt verður eftir maskinsmiði ella bilmekanikara til Smiðjuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Smiðjan tekur sær av øllum tekniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, gravimaskinum,
skeltum og øðrum, sum hoyrir til tekniska økið.

Førleikakrøv:
Vit ímynda okkum, at tú ert útlærdur maskinsmiðjur, bilmekanikari ella aðra viðkomandi útbúgving.
• At tú ert samstarvssinnað/ur
• At tú ert vælskipað/ur
• At tú ert arbeiðssom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt sum handverkari sambært sáttmála millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag.
Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn skal sendast til:
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til
klaksvik@klaksvik.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna,
Postsmoga 2, 710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin er mánadagin 26.september 2019 kl. 12:00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast
við at ringja til Jan Harris Askham, leiðara, á tel. 225158 ella umvegis t-post: smidjan@klaksvik.fo. 

Onnur tíðindi
24.09.2026

Faðir og dóttir á býráðsfundi

24.09.2026

Býráðið samtykti fíggjarkarmin fyri 2027

24.09.2026

Stongt vegna jarðarferð

23.09.2026

Býráðsskráin 24. september