Tíðindi
05.09.2019
Lena Gerðalíð takkar fyri seg
Starvsfólkini í Barnatannrøktini høvdu í gjár skipað fyri hugnaligari hátíðarløtu fyri Lenu Gerðalíð, sum takkar fyri seg í starvinum sum klinikassistentur. Lena hevur starvast í barnatannrøktini í 44 ár.
Borgarstjórin, Jógvan Skorheim varð eisini boðin við, og nýtti hann høvið at takka Lenu fyri drúgva og trúfasta tænastu, sum er komið fleiri ættarliðum av klaksvíkingum til góðar. Eisini Unn Jacobsen, leiðari á Barnatannrøktini helt røðu fyri Lenu. Hon duldi ikki fyri, at saknurin verður stórur, tí Lena hevur verið bæði arbeiðsom og dugnalig, og so hevur hon ótrúlig evnir til at fjálga um sínar starvsfelagar.
Klaksvíkar kommuna takkar Lenu fyri drúgva og trúfasta tænastu í øll hesi ár.
Blíðan byr framyvir.
Onnur tíðindi
16.09.2026
Róðrarneystið verður nýtt til nógv ymisk endamál
14.09.2026
Rúmdarfyrilestur v/David Arge Klevang í Varpinum
09.09.2026
Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu
07.09.2026