Tíðindi

08.10.2019
Ein nýggj føroysk fíggjarloysn til íverksetarar

Íverksetarahúsið, Vinnuframi og Visit Faroe Islands samstarva um nýggjan føroyskan crowdfunding portal, við navninum Hópfígging. Íverksetarahúsið umsitur portalin í samstarvi við íslendsku fyritøkuna Karolina Fund, sum hevur ment portalin.

Hópfíggingarportalurin verður kunngjørdur í Íverksetarahúsinum týsdagin 08.oktober 2019, kl.14:00, og tað verður Helgi Abrahamsen landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum, ið kunnger portalin.

Við Hópfígging er møguligt hjá einum og hvørjum at stuðla, teimum verkætlanunum sum fangar teirra áhuga.

Hópfígging virkar soleiðis, at ein og hvør við einum góðum hugskoti til eina verkætlan, er vælkomin at leggja sítt hugskot út á hópfíggingarportalin, og soleiðis søkja fígging til sína verkætlan. Verkætlanareigarin kann lýsa sína verkætlan á portalinum ígjøgnum tekst, myndir, video osfr. Harumframt verður tað lætt og ómakaleyst at deila verkætlanina á teimum sosialu miðlunum.

Endamálið við Hópfígging er at stuðla og menna íverksetan í Føroyum, við at gera tað lættari hjá íverksetarum og íleggjarum at finna hvønn annan, og harvið geva íverksetum møguleika at deila síni góðu hugskot, og samstundis fáa fígging.

Til ber at lesa meira um Hópfígging á www.hopfigging.fo ella á okkara heimasíðu www.iverksetan.fo

Onnur tíðindi
09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ

07.07.2025

Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi

04.07.2025

Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan líkvogn