Tíðindi

23.12.2019
Thom Jakobsen er Ársins Rósa 2019

Veðrið var av tí fagrasta, og karmarnir til handanina av Ársins Rósu 2019 vóru sera góðir, tá ið jólamennirnir komu við jólaskipinum til Klaksvíkar í gjár. Sigast má, at nýggi miðbýurin í Klaksvík vísti seg frá síni bestu síðu, tá ið Ársins Rósa fyri 16 ferð varð handað á sjálvari skoytubreytini.

Ársins Rósa 2019 gjørdist Thom Jakobsen, sum í heili 25 ár hevur verið ein sera trúfastur stuðul hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, har hann heilhjartað hevur virkað fyri felagsskapinum og trivnaðinum í KÍ.

Røðan, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri, helt áðrenn Ársins Rósa varð avdúkað kann lesast her:  

 - - -

Hey, øll børn ☺

Hvussu stendur til? Eru tit spent til jóla? ☺

Nú skulu vit bara sova tvær ferðir afturat – so er jólaaftan. Tað verður mega spennandi ☺

Men eisini í dag fara vit at fáa ein lítlan pakka í part frá jólamonnunum, sum aftur í ár eru komnir við jólaskipinum.

Hjartaliga vælkomnir, jólamenninir! ☺

Hvussu hava tit tað eftir longu ferðina við jólaskipinum? Eg vóni, at veðrið var ikki alt ov ringt, meðan  til sigldu til Klaksvíkar. Tað er gott, at tit aftur í ár náddu at koma til okkum.

Eg vóni eisini, at børnini aftur í ár hava skikkað sær væl, so tit kunnu geva teimum stórar og góðar jólagávur ☺

Tað verður spennandi at síggja, tá ið gávurnar fara at koma undir jólatræið til øll tykkum, børn, ha? ☺

Sjálvandi verða vit øll, sum fara at fáa gávur, ordiliga glað fyri tær, og tað er eisini endamálið hjá jólamanninum og teimum, sum geva gávur – tað er at gera tey glað, sum fáa jólagávuna ☺

- - -

Men vita tit av, tað er so smart, at ikki bara tann, sum fær eina gávu, verður glaður?

Vita tit av, um tit geva onkrum eina gávu, so verða tit líka so glað, sum tann, ið fær gávuna?

So smart er tað við okkum menniskjum. Ja, faktiskt er tað enntá so gott, at tann, sum gevur, verður enn meir glaður, enn tann, sum fær.

Hetta stendur enntá í Bíbliuni, tí har er eitt vers, sum sigur, at “sælari er at geva enn at fáa”, tvs. tann, sum gevur blívur enn meira glaður og lukkuligur, enn tann, sum fær eina gávu ☺.

Tað er hetta versið, sum er prinsippið aftan fyri Ársins Rósu, sum vit nú í nógv ár hava latið persónum, ið geva nakað av sær sjálvum til onnur og til okkara lokalsamfelag her í Klaksvíkar kommunu.

Umframt sjálvan heiðurin fær Ársins Rósa handað eitt blómutyssi við eini heilsan frá borgarstjóranum saman við eini gávukurv við ymsum góðum í – og so fær persónurin eisini ein kekk á 15.000 kr., sum er fíggjaður av Christian í Grótinum, BankNordik og Klaksvíkar kommunu.

- - -

15 ferðir fyrr hava vit heiðra kvinnum, monnum og í einum føri einum sjálvbodnum felag, so hetta er 16. ferðin í ár.

Vit hava hesi árini givið Ársins Rósu til 9 kvinnur og 6 menn, so bæði kynini eru væl umboðað, hóast kvinnurnar hava munin.

Aftur í ár fara vit at geva einum persóni henda stóra heiður, og nú fari eg at byrja at siga tykkum nøkur eyðkenni, sum hesin persónur hevur, og so kunnu tit, sum hava hug, byrja at hyggja tykkum um, hvør tað man vera, meðan tit hoyra eitt sindur um persónin, sum um eina lítla løtu verður heiðraður við Ársins Rósu ☺

- - -

Eg kann hóskandi byrja við at upplýsa, at í ár verður tað ein maður, sum verður heiðraður við Ársins Rósu 2019.

Tey, sum skjóta upp, at hesin maðurin verður heiðraður, siga millum annað um hann, at “hann er unikur til at fáa menniskju til at trívast og føla seg væl”.

At hava eitt hjarta fyri teimum, sum ikki altíð hava tað so lætt, og sum tørvar hjálp, er ein ómetaliga vakur og góður eginleiki, sum hesin persónurin eisini hevur.

Eitt nú tók hann – saman við øðrum góðum kreftum – fyri nøkrum árum síðan stig til at hjálpa einum manni, sum hevði sera vánaligar bústaðaumstøður. Ta ferðina skiftu teir takið og gjørdu fleiri aðrar umvælingar, so hesin illa staddi persónurin skuldi fáa sømiligari umstøður at búgva í. Ein so avbera vøkur gerð – púra sjálvboðin og uttan nakra samsýning ella afturløning.

Maðurin, sum eg nú havi sagt nøkur góð ting um, er serliga kendur fyri sín ómetaliga stóra og púra sjálvbodna og ólønta innsats fyri eitt ítróttarfelag her í Klaksvík.

Tað er har, hann er mest kendur og verður sæddur á og kring vøllin við Djúpumýru.

Felagið er Klaksvíkar Ítróttarfelag og liðið er besta mansliðið, sum í fjør gjørdist føroyameistari fyri fyrstu ferð í 20 ár, og eg sigi ikki ov nógv við at pástanda, at stóri innsatsurin hjá hesum manninum er viðvirkandi orsøk til, at hetta eydnaðist.

Mær er upplýst, at hann byrjaði sum hjálparfólk hjá besta mansliðnum hjá KÍ í 1995. Tað árið var Sverri Jacobsen høvuðsvenjari.

Síðan 1995 hevur KÍ havt nógvar skiftandi venjarar og sjálvandi enn fleiri leikarar, men tá vit fyri nøkrum vikum síðan vóru í túsundatali í Havn saman við KÍ, sum vann føroyameistaraheitið – tá var hesin trúfasti og uppoffrandi liðleiðarin hjá KÍ har framvegis.

Hetta merkir, at komandi ár fer hesin trúfasti, maður at hava gjørt sítt stóra, sjálvbodna arbeiði í heili 25 ár.

Um nakað er eina heiðran vert her í lokalsamfelagnum, so má tað vera ein so drúgvur og trúgvur, sjálvboðin gerningur.

Vit hava tosað við venjarar og onnur hjálparfólk kring KÍ, og tey siga øll við ein munn, at tað verður ringt at finna ein so heilhjartaðan mann, sum ger so nógv fyri felagsskapin og trivnaðin í KÍ.

“Saman við konuni, sum stuðlar honum ómetaliga væl, bjóðar hann javnan øllum KÍ-hópinum heim til sín sjálvs til eina góða máltíð aftur við góðum samfelag – alt fyri at styrkja samanhaldið og trivnaðin í felagnum”.

Víðari verður greitt frá, at “hann hevur eitt óvanliga stórt og sjálvuppoffrandi hjartalag fyri øðrum menniskjum, og hetta kemur m.a. til sjóndar í, at hann ber fisk og annan mat til fólk fyri at lívga og gleða tey, og tað sama ger hann fyri útlendingar, sum koma til Klaksvíkar at starvast og búgva”.

Ja, eitt av hjálparfólkunum, sum vit hava spurt eitt sindur, segði bart út, at hesin maðurin má ikki gevast – “tað kann eg snøgt sagt ikki liva við” segði viðkomandi.

Nú rokni eg við, at fleiri longu hava gitt, at persónurin, sum í ár verður heiðraður við Ársins Rósu, er Thom Jakobsen.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars