Nýggjastu tíðindi

13/02/2020

Gakk ella renn fyri heilsuna


Leygarmorgunin 15. februar kl. 11.00 verður aftur møguligt at hittast til heilsuátakið Gakk ella renn, har fokus er á rørslu og hugnaliga samveru.

Treysti hevur í nógv ár skipað fyri heilsfremjandi átøkum, og seinnu árini hevur Klaksvíkar kommuna luttikið og samstarvað við Treysti og Fólkaheilsuráðið ígjøgnum verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. M.a. hevur verið skipað fyri túrum frá Býráðshúsinum, har gingið ella runnið hevur verið í 15 minutttir, áðrenn vent hevur verið við aftur til Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu.

Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung sigur, at hon er ómetaliga glað fyri, at Treysti við sínum átøkum áhaldandi minnir okkum á týdningin av kropsligari rørslu.

- Tað er ongin loyna, at heilsufremjandi tiltøk kunnu vera ymisk og nógv, men eg haldi at tað týdningarmesta er, at vit eru virkin saman og kenna okkum sum part av einum felagsskapi av einum ella øðrum slag, tí tað samanhaldið er balsam fyri okkara sálarligu heilsu. Gakk ella renn túrarnir geva okkum bæði.

- Klaksvíkar kommunu hevur í jøvnum millumbilum fokus á heilsufremjandi tiltøk og átøk, og tað haldi eg, at vit eiga at halda fram við, sigur Beinta Klakstein, sum eggjar øllum at møta leygardagin.

Skipað verður fyri Gakk ella renn túrum hvønn mikudag kl. 18.00 og hvønn leygardag kl. 11.00 fram til Norðoyastevnurenningina 6. juni.  

Túrurin byrjar og endar við Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu 32, tað er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Nýtt í kommununi

Jórun Niclasen vann navnakappingina
18/09/2020

Í juli flutti trivnaðardeildin Børn og Ung í húsið á Fornagørðum. Hesaferð í miðhæddina. Í tí sambandi høvdu starvsfólkini eina i… Les meira »

Studentaflokkur vitjaði borgarstjóran
16/09/2020

Fyrrapartin í dag vóru næmingar frá norðuratlantiska studentaflokkinum, sum hetta hálva árið heldur til á Kambsdali, og vitjaðu Kl… Les meira »

Skrúvað verður fyri vatninum
13/09/2020

Vegna brot á vatnleiðing verður skrúvað fyri vatninum til Garðsenda, Bumshamarsveg, Torvgøtu og Stoksoyraveg frá mánadegnum 14. se… Les meira »

Vís fleiri