Tíðindi

18.03.2020
Stuðul til Mentanartiltøk í Klaksvíkar kommunu

Hevur tú eitt áhugavert hugskot um tiltak at fremja innan mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu í ár, so er GRUNNUR MENTANARTILTØK nú aftur á skrá, og til ber at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk.

Umsóknirnar skulu vera inni í seinasta lagi týsdagin 28. apríl 2020; og verða tær viðgjørdar í fundi í Mentanarnevndini.
 
Lýsing við oyðiblaði er at finna á heimasíðu kommununnar, har tilskilaðar eru treytir og tíðarfreistir, um nær og hvussu søkjast kann.

Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.

Fæið er kr. 200.000,-.

Meira kunning er at síggja í lýsingini við oyðiblaði her.

Onnur tíðindi
14.09.2026

Rúmdarfyrilestur v/­David Arge Klevang í Varpinum

09.09.2026

Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu

07.09.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu Barnagarð

04.09.2026

Vitjan úr Sisimiut í Grønlandi