Tíðindi
Landslæknin áleggur øllum, sum fáa staðfest covid-19, at fara í sóttarhald í minsta lagi 14 dagar. Harafturat hava myndugleikarnir mælt til, at øll, sum eru komin til Føroyar eftir 12. mars, eiga at fara í sjálvboðið sóttarhald í 14 dagar. Somuleiðis áleggur landslæknin øllum, sum hava verið í beinleiðis samband við onkran, sum hevur fingið staðfest Covid19, um at fara í sóttarhald.
Hvat merkir sóttarhald?
Tá tú ert í sóttarhaldi heima, skalt tú halda teg innandura. Tú kann vera saman við húskinum, men onnur eiga ikki at vitja undir sóttarhaldinum.
Viðkomandi, sum er í sóttarhaldi heima, skal ikki fáa vitjan av øðrum. Hini í familjuni kunnu liva og virka sum vant – t.e. at fara til arbeiðis, keypa, ganga túr o.a.
Tann, sum verður settur í sóttarhald heima, eigur ikki at vera partur av húsarhaldi, sum fevnir um persónar í vandabólki.
Verður viðkomandi, sum er í sóttarhaldi, sjúkur innan 14 dagar, og tað kann staðfestast, at viðkomandi er smittaður við covid-19, verður alt húskið sett í sóttarhald.

Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan líkvogn

Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby

Býráðsskrivstovan í summarfrítíðini
