Tíðindi
14.04.2020
Nýtt móttøkuøki til burturkast
Nýggja móttøkuøkið til burturkast letur upp hósdagin 16. apríl kl. 16.00.
Komandi tveir dagarnar verður seinasta hond løgd á arbeiðið, soleiðis at endurnýtslan, sum er flutt frá Bumshamri, kann lata upp í nýggjum hami á Grønhøvda.
Nógv er gjørt rundan um økið á Grønhøvda, sum m.a. er hækkað við umleið tveimum metrum og samstundis fríðkað. Økið hevur verið sera órudduligt í nógv ár, men seinastu tíðina er nógv orka løgd í at gera økið klárt, so arbeiðið at gera hetta til eitt vakurt endurnýtslupláss kann gerast liðugt. Hósdagin verður so dagurin, tá ið nýggja móttøkuøkið verður latið upp.
Býráðið samtykti 22. september 2009 at nýggja heitið á hesum fagra staði skal vera Grønhøvdi, sum er beint sunnanfyri Norðhavnina.


Onnur tíðindi

10.06.2025
Endurskoða almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu

06.06.2025
Ferðslukunning í samband við U21 landsdyst

05.06.2025
Grundlógardagin verður stongt kl. 12.00

04.06.2025