Nýggjastu tíðindi

15/04/2020

Klaksvíkar kommuna heldur fram eina viku við neyðansingarskipan


Klaksvíkar kommuna hevur tikið avgerð um, at halda fram við verandi, avmarkaðu ansingartilboðum á dagstovnaøkinum í eina viku afturat, har heitt verður á foreldur um einans at gera brúk av plássunum á dagstovnaøkinum, um ongin onnur loysn er.

Tá Covid-19 smittan rakti land okkara, upplivdu vit, at Klaksvík gjørdist býurin, sum varð eina harðast raktur, og tí ynskja vit at vera eyka varin við at lata lokalsamfelag okkara uppaftur. Eisini tí vit eru sannførd um, at hetta er besti háttur, ið vit som kommuna kunnu viðvirka til at verja tey veiku og gomlu í samfelag okkara. Eisini meta vit, at hetta er tryggasta leiðin at ganga til tess at verja arbeiðsplássini, tí einans við at fáa corona-smittuna heilt burtur, kunnu vit skapa tann tryggleika, sum er so alneyðugur, fyri at fólk aftur kunnu byrja at arbeiða effektivt og fáa arbeiðsgleðina aftur.

Avgerðin at bíða enn eina viku við at lata dagstovnaøkið meir upp, er tikin út frá tí veruleika, at útmeldingarnar frá landsmyndugleikunum á tíðindafundum og í almennum fráboðanum annars hava verið ymiskar og harvið heldur ógreiðar. Tí vilja vit halda fast við verandi skipa í eina viku afturat.

Hetta merkir, at dagstovnarnir í Klaksvíkar kommunu halda fram at verða opnir fyri neyðansing, har fólk, sum ikki hava annan møguleika fyri ansing, kunnu tekna seg á heimasíðu kommununnar.

Bóka neyðansingarpláss

Foreldur gjalda daggjald fyri brúk av plássum

Avgerð er tikin um, at einki foreldragjald verður tikið frá foreldrum at børnum í dagansingarskipanini, sum í hesum tíðarskeiði ikki gera brúk av plássum sínum.

Ístaðin verður ásett eitt daggjald, sum tey foreldur, ið gera brúk av sínum plássum, verða at rinda fyri hvønn dag, har barn teirra er á dagstovni. Gjaldið verður ásett til eina runda upphædd pr. dag út frá mánaðarliga gjaldinum fyri viðkomandi dagstovnapláss.

Sostatt verður verandi neyðansingarskipan við avmarkaðum tænastum á dagstovnaøkinum, sum frammanundan er galdandi til og við hesa vikuna, longd eina viku, til og við fríggjadagin 24. apríl. Heitt verður á foreldur um í hesum tíðarskeiði einans at gera brúk av hesum møguleika, um ongin onnur loysn er.

Vit lurta eftir læknaligu tilráðingunum

Vit hava lurtað eftir tí, sum læknar og okkara heilsumyndugleiki hevur sagt, bæði á tíðindafundum og í øðrum almennum fráboðanum, og vit meta, at besti háttur hjá Klaksvíkar kommunu at fylgja hesum tilráðingum er við at halda fram við verandi varisligu skipan í eina viku afturat, tí tá verða 20 dagar gingnir, síðan at nakar varð staðfestur sjúkur í Klaksvík, og á henda hátt kunnu vit við størri vissu ganga útfrá, at smittan ikki longur er virkin her í lokalsamfelagnum.

Hetta longda átak verður gjørt fyri ikki at taka nøkur óráð fyri, eisini tí vit her í Klaksvíkar kommunu av dýrkeyptum royndum hava ásannað, at í sambandi við hesa smittu krevja vit at vera eyka ansin, tí annars er skjótt til, at vit sum lokalsamfelag aftur verða fyri afturstigum, sum kunnu fáa álvarsamar avleiðingar fyri tey sjúku og veiku í okkara samfelag.

Klaksvík, 15. apríl 2020
Jógvan Skorheim
Borgarstjóri

Nýtt í kommununi

Starvsfólk á eldraøkinum kannað fyri COVID-19
28/05/2020

Í dag vórðu nøkur av starvsfólkunum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu kannað fyri COVID-19. Kanningarnar verða gjørdar í samstarvi v… Les meira »

Tilmelding til rundsýning á Skúlatrøð
28/05/2020

Vegna korona-tilmælini verður vígslan stroymd á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, og hava øll tískil møguleika at fylgja við har… Les meira »

Býráðsskráin 28. mai 2020
27/05/2020

Regluligu býráðsfundirnir eru almennir, og til ber eisini at stroyma fundin beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu. Les meira »

Vís fleiri