Tíðindi

22.05.2020
Bátabrúgvarnar tænt fyri seg

Í morgun var farið undir at tøma bátabrúgvarnar, sum hava ligið í gripanum norðanfyri heimaru bryggju. Tær eru gjørdar úr beton og opnar innan, so neyðugt er at tøma tær eftir tørvi.

Hesar bátabrúgvarnar hava sanniliga tænt fyri seg. Tær komu í 1973 og tá varð sagt, at tær vóru egnaðar til bátar, sum ikki vóru størri enn tíggjumannafør.

Men sum árini liðu, lógu bátar við tær, ið vóru væl størri enn tíggjumannafør. Hetta kláraðu gomlu brúgvarnar ikki, og var tað so eisini viðvirkandi til, at tær vórðu skiftar út í 2017 við tær snotiligu bátabrúgvarnar, ið nú hópin av stórum stuttleikabátum liggja við, hvørs tal bara er økt, sum frá er liðið.

Tær gomlu brúgvarnar vórðu boðnar til sølu, og er ein teirra seld. Restin verður nú beind burtur eftir 44 ára tænastu.

Onnur tíðindi
09.04.2026

Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinum – gáva frá býráðnum

31.03.2026

Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integratiónssam­skipari í norð­urøkinum

26.03.2026

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu

23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026