Tíðindi

09.07.2026
Djúpumýra karmur um fleiri evropeiskar dystir

Klaksvík er í hesum døgum karmur um fleiri evropeiskar fótbóltsdystir. Umframt KÍ, hava eisini NSÍ og Víkingur eisini valt at spæla sínar heimadystir í evropeisku kappingunum á Djúpumýru.

Týsdagin legði KÍ fyri við einum 2-1 sigri á FC Atert Bissen úr Luksemborg. Í kvøld tekur NSÍ ímóti Hamrun Spartans úr Malta á Djúpumýru, og í komandi viku verður aftur evropeiskur fótbóltur í Klaksvík, tá Víkingur tekur ímóti Stjarnan úr Íslandi.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fegnast um, at feløg úr Eysturoynni hava valt Djúpumýru sum heimavøll til sínar altjóða dystir.

– Vit hava rættiliga góðar umstøður til evropeiskar dystir í Klaksvík. Hornaskýlið er júst liðugt, og tað ger tað møguligt at hava altjóða dystir í Klaksvík, og tað fegnast vit um.

Hann vísir eisini á, at stadionøkið hevur ment seg nógv seinastu árini.

– Áskoðaraplássini eru munandi økt seinnu árini. Umframt tað hevur nýggja stadionøkið fingið góð og nýmótans skiftingarrúm, venjarahøli, dómarahøli, skrivstovuhøli og aðrar umstøður, ið lúka altjóða krøv.

Hini árini hevur vøllurin á Djúpumýru havt eina fyribils góðkenning, men við nýggja hornaskýlinum hevur leikvøllurin fingið eina endaliga góðkenning, eina sokallaða FIFA Quality Pro-góðkenning, sum ger tað møguligt at hýsa altjóða dystum í Klaksvík.

Við nýggju umstøðunum og góðkenningini er Djúpumýra ein av bestu leikvøllunum í Føroyum, og í hesum døgum merkist tað væl, at Klaksvík nú kann hýsa fleiri evropeiskan dystum.

Onnur tíðindi
09.07.2026

Ferðslu­kunning í samband við Conference League

08.07.2026

Blómudagur í Klaksvík

08.07.2026

Leita eftir fosturfamiju í Klaksvíkar kommunu