Tíðindi

28.06.2020
Endurnýtslan leingir upplatingartíðirnar

1. juli fer endurnýtslan hjá kommununi at leingja upplatingartíðina leygardag. Framyvir verður opið frá kl. 13.00 ístaðin fyri kl. 15.00, sum tað er nú.

Fyri kortum varð endurnýtslan flutt í nýggja umhvørvið á Grønhøvda, har umstøðurnar eru góðar at sleppa av við rusk. Hetta ger tað eisini møguligt at leingja upplatingartíðirnar, og soleiðis fáa borgararnir í kommununi eina betri tænastu.

- Eg eri sera fegin um, at vit kunnu økja um upplatingatíðirnar hjá endurnýtsluni. Okkara fólk á endurnýtsluni gera eitt sera stórt og gott arbeiði, men tørvurin á at hava longur opið leygardag hevur verið vaksandi. Tí vilja vit geva borgarunum eina enn betri tænastu, við at lata økið upp longu kl. 13.00, sigur Óli M. Lassen, formaður í Teknisku nevnd.

Onnur tíðindi
31.03.2026

Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integratiónssam­skipari í norð­urøkinum

26.03.2026

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu

23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026

23.03.2026

Earth Hour í Klaksvík