Tíðindi
Aftur í ár skipaði Klaksvíkar kommuna fyri kappingini Vakrasti urtagarður. Borgarar fingu møguleika at tilnevna egnan urtagarð til kappingina ella at tilnevna ein urtagarð, sum eftir teirra tykki hevði eina viðurkenning uppiborna.
Nú summarið er liðugt, og urtagarðarnir hava staðið í fagrasta blóma, hevur dómsnevndin avgjørt at heiðra tveir urtagarðar. Ein fyri vakrasta handverk og ein fyri vakrasta blómugarð.
Heiðurin fyri vakrasta handverk átti urtagarðurin hjá John Havn, Oman Reyðhús 16, Klaksvík, og heiðurin sum vakrasti blómugarður átti urtagarðurin hjá Lydiu Petersen, Vágsheygsgøta 2, Klaksvík.
Dómsnevndin hevði m.a. hesi skotsmál:
Oman Reyðhús 16:
“Dentur er lagdur á tað vakra grótlaðingararbeiðið, sum er sera væl úr hondum greitt og gjøgnumført kring alla ognina. Grótlaðingarnar eru væl tillagaðar umhvørvinum og geva ognini ein serstakan dám, sum bæði er vakur og haldførur.
Somuleiðis ber til at síggja, at nógv orka og nærlagni eru løgd í arbeiðið, sum í síni heild er við til at skapa ein sera hugnaligan og væl hildnan hava.”
Vágsheygsgøta 2:
“Urtagarðurin er eyðkendur av sínum ríka og fjølbroytta úrvali av blómum og runnum, sum skapa eitt sera vakurt og livandi farvuspæl. Tað sæst týðiliga aftur, at bæði núverandi og fyrrverandi eigarin hava havt ein serligan tokka fyri teimum ljósreyðu og lilla litunum, sum geva urtagarðinum ein serstakan samleika.
Somuleiðis prýða fleiri vøkur og eldri trø urtagarðin, millum annað eitt 60 ára gamalt áhorntræ, sum er ein týðandi partur av heildarmyndini.
Tað sæst væl, at nógv tíð, arbeiði og nærlagni er lagt í havan, sum fram stendur sera væl hildin og innbjóðandi. Heildin er ein vakur blómugarður, sum bæði gleðir eygað og er ein prýði fyri grannalagið”
Í dómsnevndini sótu Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, Heðin Askham, Vakurt, og skrivari var Sonja N. Thomsen, Klaksvíkar kommuna.
Høvuðsvinningurin var eitt gávukort á kr. 3.000 og ein merkispláta til minnis um heiðurin.
Klaksvíkar kommuna vónar at síggja fleiri urtagarðar til komandi kapping um vakrasta urtagarð.
Tøk grundstykkir á Húsum og í Svínoy
Faðir og dóttir á býráðsfundi