Tíðindi

23.10.2020
Handilshølini við Biskupstorg: hesir handlar flyta inn

Seinnapartin í gjár var sáttmáli undirskrivaður við seks sera spentar stjórar, sum nú veruliga kunnu fara undir fyrireikingarnar til handilsvirksemið í hølunum við Biskupstorg.

Arbeiðið, at fáa handilshølini við Biskupstorg klár, hevur drigið út, men nú er endalig støða tikin til, at tað vera Kaffihúsið Fríða, Norðoya Kunningarstova, 2U, Motus Sport, Madame Vælvera og Vøggan, sum øll fáa stór og snotilig høli á veghæddini við Biskupstorg. Saman fara tey at skapa lív og fjølbroytt virksemi í miðbýnum.

Mimmy Vágsheyg, sum eigur Kaffihúsið Fríða sigur, at hon er ómetaliga spent at flyta virksemið oman í Biskupstorg.
- Vit eru øll líka spent og glað fyri júst hesa samansetingina og eru vís í, at vit saman vera við til at skapa júst tað lívið, sum miðbýnum tørvar.

Eisini Tóra Johansen úr Vestmanna, sum eigur og rekur Vøgguna sigur, at hon gleðir seg til uppgávuna.
- Vit hava nógvar fittar kundar úr Norðoyggjum, og tí er tað serliga spennandi fyri okkum, at koma tættari teimum. Vit selja nógva vøru, sum í løtuni ikki fæst í Norðoyggjum, og tí meta vit, at okkara virksemi kann geva eitt gott íkast til fjølbroytta handilsvirksemið, sum annars er í Klaksvík.

Farið verður nú undir at gera øll handilshølini klár, soleiðis at tað kann verða klárt hjá øllum at flyta inn í vár.  

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu