Tíðindi

23.10.2020
Námsfrøðingur ella hjálparfólk til Mylnuhúsið

Spennandi og lívligir gerandisdagar við glaðum børnum og góðum starvsfeløgum. Ljóðar tað sum nakað fyri teg? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 31. des. 2020. Starvið verður sett skjótast gjørligt og umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Í Mylnuhúsinum verður arbeitt við spor pedagogikki. Hendan tilgongdin krevur forvitni og áhuga fyri námsfrøðiliga arbeiðnum, og tí er tað umráðandi, at komandi starvsfólk hava eitt opið sinn og eru sinnað at seta seg inn í nýggjar arbeiðshættir.

Vit vænta at tú:

·       Ert opin fyri nýhugsan
·       Dugir at síggja møguleikar fram um mørk
·       Virkar fyri einum góðum samstarvi við foreldur og starvsfelagar
 

Lønar- og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn

Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6. nov. Umsóknir skulu stílast til: starv@klaksvik.fo ella sum bræv til Klaksvíkar Kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík. Merk brævið ‘Mylnuhúsið’

 

Um Mylnuhúsið

Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og útibarnagørðum, har vit dagliga taka ímóti tilsamans 60 børnum í aldrinum 0 – 6 ár. Í Mylnuhúsinum er pláss fyri, at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor. Vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum, og vit eru serliga upptikin av sporunum, sum upptaka børnini.

Okkara námsfrøðiliga arbeiði tekur útgangsstøði í barninum, og sporini nýta vit, til at leggja verkætlanir, aktivitetir og spøl í gerandisdegnum til rættis.

Onnur tíðindi
08.05.2024

Broytingar í ferðsluni

07.05.2024

Summar­ansing 2024

07.05.2024

Ein virkin vika farin aftur um bak

07.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna