Tíðindi

03.12.2020
Reingerðarfólk til Barnahúsið Margit

Klaksvíkar kommuna søkir eftir reingerðarfólki til Barnahúsið Margit. Starvið er eftir ætlan sett at byrja 4. januar 2021, ella skjótast møguligt eftir tað.

Arbeiðsuppgávur

Daglig reingerð, har reingerðarætlan verður fylgd, umframt høvuðsreingerð.

  • Vaska verður eftir at børnini eru farin heim.
  • Vasking av moppum, lappum og øðrum er eisini partur av arbeiðnum.
  • Sum persónur ert tú røkin, arbeiðsom/samur og samstarvssinnað/ur. 

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt tímalønt starv á upp til 20 tímar um vikuna, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnu/mannafelag.

Vaskast kann ímillum klokkan 16.30 og 22.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hansinu Joensen, leiðara, á tlf. 225070 ella hansinaj@klaksvik.fo.

 

Umsóknir

Umsókn og lívsgongdarlýsing (cv) skal sendast til starv@klaksvik.fo. Til ber eisini at lata umsókn inn í Miðlan, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík. Mrk. Reingerð til Barnahúsið Margit. Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast fríggjadagin 18. desember 2020

Onnur tíðindi
08.05.2024

Broytingar í ferðsluni

07.05.2024

Summar­ansing 2024

07.05.2024

Ein virkin vika farin aftur um bak

07.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna