Tíðindi

11.01.2021
Námsfrøðingur til vøggustovu

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi til vøggustovun hjá dagrøktini. Talan er um vøggustovu, ið húsast í niðaru hæddini á Brekku 36.

Arbeiðsuppgávurnar er m.a. við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipani, at:
- Saman við øðrum námsfrøðingi, at hava námsfrøðiliga ábyrgd í gerandisdegnum
- Vera við til at menna námsfrøðiliga tilboðið í samstarvi við starvsfólkini á eindini.
- Skipa geransdagin við atliti til barnsins aldur og tørv
- Vera íverksetandi og luttakandi saman við børnum
- Vera undangongufólk í foreldrasamstarvinum

Vit ynskja, at tú:
- Hevur royndir innan dagstovnaøkið
- Kann arbeiða sjálvstøðugt
- Ert virkin, røkin og hevur áræði at skapa umstøður, har børnini gleðast,trívast og mennast
- Hevur góð samstarvsevni bæði við børn, foreldur og starvsfólk.

Setanarviðurskifti:
Umsøknir verða viðgjørdar leypandi og starvi verður sett sum skjótast.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag.

Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Meira fæst at vita, við at venda sær til Harriet Lydersen dagrøktarleiðara á tlf: 213988 ella Elin Linklett,
varaleiðara á tlf: 788149.

Umsókn saman við prógvi og cv skulu sendast til starv@klaksvik.fo ella Klaksvíkar Kommuna, Nólsoyar
Pálsgøta 32, Postboks 2, 710 Klaksvík. Mrk. Umsóknina ‘Námsfrøðingur til vøggustovu’. Skrivlig umsókn
skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 22. januar. kl 12.00.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars