Tíðindi

25.01.2021
Leiðari til Fjallafípuna

Endurlýsing: Søkt verður eftir leiðara til Fjallafípuna. Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur staðsettur Úti í Grøv við 70 børnum í aldrinum 5-7 ár.

Sum leiðari mást tú:

  • Hava námsfrøðiliga útbúgving
  • Síggja menningarmøguleikar fyri børn í aldrinum 5 til 7 ár
  • Framhaldandi menna Fjallafípuna og starvsfólkabólkin
  • Hava visjónir og megna at seta tær mál
  • Vera eldhugað/ur og megna at ráðgeva og vegleiða starvfelagar við útgangsstøði í samskifti, áliti og ábyrgd
  • Kunna samskifta væl við starvsfólk og foreldur á ein greiðan og innlivandi hátt

 

Tað er týdningarmikið, at nýggi leiðarin hevur hesar førleikar:

  • Megnar at stjórna, menna og skapa eitt gott námsfrøðiligt tilboð til børnini og starvsfólkini
  • Strembar eftir at skapa eitt gott umhvørvi á stovninum – fyri børn, foreldur og starvsfólk
  • Hevur dirvi til at taka avgerðir, sum eru neyðugar fyri at náa ásettum miðum og málum
  • Er álítandi og vísir starvsfólkunum álit
  • Megnar at hava góða og sunna fíggjarstýring umframt fyrisitingarligar førleikar

 

Setanarviðurskifti:

Starvið er fulla tíð við byrjan 1. mars ella skjótast til ber. Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmálan millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF), lønarstigini fyri Leiðarar dagstovn 0-119.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Færø, trivnaðarstjóra, tlf. 222216 / jf@klaksvik.fo, ella Niels Juel Arge, fráfarandi leiðara, tlf. 284538 / nielsj@klaksvik.fo.  

Umsóknir saman við avriti av prógvi, ummæli, cv o.ø. skulu sendast til starv@klaksvik.fo ella í brævi til: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 klaksvík, og skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi 9. februar kl. 12.00.

Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 4. Starvsbyrjan er 1. mars 2021 ella skjótast møguliga.

 
 

Um Fjallafípuna

Í Fjallafípuni eru starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Í námsfrøðiliga arbeiðinum verður dentur lagdur á at arbeiða við menningarætlan, inklusjón, viðurkennandi námsfrøði og Betri vinir.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy

23.04.2024

Okkara framtíðar Klaksvík