Tíðindi

01.02.2021
Námsfrøðingur til Blákolluna     

Blákollan søkir eftir einum námsfrøðingi at byrja 1. mars ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt starv á 30 tímar í smábarnastovu við 16 børnum.

Blákollan bjóðar tær

·        Ein stovn, har tú kanst seta tín dám á gerandisdagin

·        48 fitt børn, ið fegin vilja vera kreativ saman við tær

·        Ein góðan starvsfólkahóp og virkið foreldraráð

·        Ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, umframt tíð til fyrireiking

·        Ein stovn, ið arbeiðir út frá eini menningarætlan, ið kann verða vegleiðandi og stimbrandi fyri teir ymsu aldursbólkarnar

 Vit vænta av tær

·        at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur

·        at tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur

·        at tú ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit

·        at tú kanst menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi

·        at tú ert fleksibul

·        at tú ert nærverandi, vísir áhuga og góðan hugburð til arbeiðið

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknin saman við prógvi og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. februar 2021 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til starv@klaksvik.fo, ella latast inn til Miðlan, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík.

Um so er, at námsfrøðingur ikki søkjur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Susan Hansen, leiðara á tlf. 22 92 74      

Um Blákolluna

Blákollan er ein kommunalur stovnur, ið lat upp 1. januar 2001. Stovnurin er staðsettur á Kjalarvegnum í Klaksvík, og er innrættaður í trimum hæddum við einari stovu á hvørjari hædd.

Stovnurin hevur vøggustovu, smábarnastovu og barnagarðsstovu og fevnir soleiðis um børn í aldrinum 0-6 ár

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy