Nýggjastu tíðindi

22/02/2021

Fiskivinnukjak á Skúlatrøð


Mikukvøldið 24. februar kl. 19 verður Fiskivinnukjak á Skúlatrøð uttan áhoyrarar - hetta vegna koronustøðuna. Kjakið verður víst beinleiðis í Kringvarp Føroya.

Samstundis, sum avgerð varð tikin fyrst í árinum um ikki at hava Torradagar í Klaksvík í ár, vegna tilmælini kring Koronu, vórðu samráðingar tiknar upp við Kringvarpið um at halda fast við Torratingið, kallað.

Tað hevur verið siðvenja á Torradøgunum at serliga floksformenninir á tingi hava kjakast um fiskivinnupolitikkin í breiðarimerking undir leiðslu av Jón Brian Hvidtfeldt og eisini hevur Óluvu Zachariassen verið við sum vertur.

Tí varð valt at skipa kjakið í ár bert sum eina sjónvarpssending uttan áskoðara, og at hon skal verða send beinleiðis frá Skúlatrøð. Tingmenn eru við, men eisini umboð fyri vinnuna verða við, har teimum verða settir ymiskir spurningar.

Tað er Kringvarp Føroya, sum skipar fyri fiskivinnukjakinum saman við Torradøgunum. Umboð fyri allar politisku flokkarnar á tingi verða við á fundinum.

 

Jón Brian Hvidfeldt verður orðstýrari, har til ber at senda spurningar inn umvegis netið.

Nýtt í kommununi

Stórar bilhúshurðar til sølu
26/02/2021

Um hóskandi boð fæst, verða hesar el-riknu Hørmann-hurðar seldar. Les meira »

Broyting í innsavningini
25/02/2021

IRF boðar frá, at rusk, sum ikki er heintað í dag, ístaðin verður heintað í morgin. Les meira »

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan
24/02/2021

Í dag vóru umboð fyri Húsarhaldsskúlan, Klaksvíkar kommunu og Bústaðir saman við arbeiðstakarum, sum hava bjóðað uppá uppgávuna, m… Les meira »

Vís fleiri