Tíðindi

24.02.2021
Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Í dag vóru umboð fyri Húsarhaldsskúlan, Klaksvíkar kommunu og Bústaðir saman við arbeiðstakarum, sum hava bjóðað uppá uppgávuna, møtt til almenna lisitatión í hølunum hjá Húsarhaldsskúlanum á Stoyksoyravegi.

Sigast má, at áhugin fyri verkætlanini er stórur, tí tá ið tilboðini vóru latin upp, vóru í alt 25 tilboð innkomin frá fyritøkum, sum bjóða seg fram at verða partur av verkætlanini. Haraftrat vóru tvey heildartilboð uppá alla arbeiðstøkuna.

Til byggibúgvingararbeiðið komu seks tilboð, sjey tilboð uppá bygningsarbeiðið, sjey tilboð uppá tøkniinnleggingar og fimm tilboð uppá el-innleggingar. 

Feløgini, sum áttu lægstu tilboðini, vóru hesi:

RTS: 4.728.683,00
MTH: 41.460.949,12
Signar Kalsberg: 5.797.633,22
EL-IN: 2.874.628,19

Í alt  54.861.893,53

Metingin áðrenn lisitatiónina í dag var 55 mió. fyri verkætlanina, so sigast má, at metingin lá sera nær innkomnu tilboðunum.

Tað var annars á býráðsfundi 17. mars í 2016, at Klaksvíkar býráð einmælt samtykti at játta sín part av kostnaðinum fyri nýggja Húsarhaldsskúla Føroya. Tá varð samlaða kostnaðarmetingin fyri skúlan 30 mió. kr. +mvg.

Nú ferð arbeiði í gongd við at nærlesa tey innkomnu tilboðini, fyri síðani at koma aftur við einum tilmæli um, hvør fær arbeiðið.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy