Tíðindi

02.03.2021
Kommunustjóri til Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna skal hava nýggjan kommunustjóra, og talan er um eitt tignarligt og avbjóðandi starv, sum er leyst at søkja. Kommunustjórin er ovasti umsitingarleiðari í kommununi og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Klaksvíkar Kommunu og teimum stovnum, ið eru og koma í økinum hjá kommununi. Kommunustjórin skal tryggja at uppgávurnar verða loystar á einum høgum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv.

Týdningarmiklastu uppgávurnar hjá kommunustjóranum eru at:

  • tryggja, at fyrisitingin kann veita politisku skipanini professionella og fakliga ráðgeving á hægsta stigi
  • tryggja, at kommunan hevur eina fullgóða fíggjarstýring
  • tryggja, at leiðslubólkurin virkar sum ein samskipandi, savnað og strategiskt hugsandi eind 
  • menna kommununa sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum, greiðum málum og krøvum um úrslit
  • tryggja, at fyrisitingin er før fyri at veita øllum borgarum og vinnulívi í kommununi dygdargóða tænastu og samstarv
  • fyrireika og menna kommununa, soleiðis at hon kann taka við teimum avbjóðingum og uppgávum, sum verða lagdar kommununum at umsita í framtíðini

Kommunustjórin hevur eisini hesar ábyrgdir:

  • at tryggja, at politiskar avgerðir verða framdar av fullum huga
  • at vera næsti ráðgevi hjá býráðnum og borgarstjóranum, herundir ráðgeving innan lóggávu og onnur stýringsamboð
  • at hjálpa borgarstjóranum og býráðnum í leiklutinum sum kommununnar umboð í sambondum við borgarar, vinnulív og aðrar viðkomandi partar
  • at umboða kommununa í samstørvum, nevndararbeiði v.m. í sambondum við land, kommunur, vinarbýarsambond o.o.
  • at tryggja, at kommunan er opin fyri, og at lurtað verður eftir, borgarum, vinnuni, umheiminum og aktuellum kommunalum áhugamálum
  • at standa fyri yvirskipaðu leiðsluni av allari organisatiónini og tryggja sjónlig mál og virði á øllum økjum
  • at seta í verk nýggja lóggávu, politisk mál og politiskar avgerðir annars
  • at tryggja, at fyrisitingin er tilvitað um góðsku og tilfeingi, herundir at hon er sinnað at betra arbeiðshættir

 

FØRLEIKAKRØV TIL KOMMUNUSTJÓRAN: Umsøkjarar til starvið verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Fakligir førleikar:

  • viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella aðra viðkomandi útbúgving saman við royndum
  • kunnleiki til almenna fyrisiting og dugir fyrisitingarliga handverkið
  • royndir at arbeiða í einum politiskum umhvørvi
  • holl vitan, gott yvirlit og góð analytisk evni, tá ræður um kommunal viðurskifti
  • innlit í ella vilja til at seta seg inn í lógir og reglur á kommunala økinum
  • hevur kunnleika til kommununa og kommunal viðurskifti
  • gott innlit í samfelagsviðurskiftini í Føroyum í breiðum høpi
  • hevur viðkomandi leiðsluroyndir og leiðsluvitan íroknað royndir og evni til at leiða
  • dugir væl at samskifta og málbera seg á føroyskum í skrift og talu

Leiðsluførleikar:

  • Ynskiligt er, at kommunustjórin hevur flestallar av hesum eginleikum. Væntað verður, at tú:
  • hevur natúrligan myndugleika og jaligan atburð
  • ert ein góður liðleiðari, sum kann fremja gott og jaligt samstarv í leiðslubólkunum
  • dugir at býta arbeiðið og at leiða saman við og gjøgnum aðrar leiðarar
  • kann seta teg við borðendan, tá ið tørvur er á tí, og torir at taka tær avgerðir, ið skulu takast
  • er ein góður ráðgevi hjá borgarstjóranum og politisku skipanini sum heild
  • dugir at fremja politiska viljan í verki
  • dugir at geva politisku skipanini røttu amboðini at raðfesta við
  • ert leiðari fyri allari kommununi og tí sjónlig/ur fyri øllum
  • dugir at eggja til nýhugsan
  • ert treyst/ur og letur teg ikki lættliga taka av fótum av atfinningum
  • dugir væl at lurta. Dugir væl at loysa ósemjur og at vinna tær virðing, men hevur tó virðing fyri ymsu sjónarmiðunum

Persónligir førleikar:

Kommunustjórin hevur í yrkinum nógv samskifti og samtarv við onnur fólk, og tí eru persónligu eginleikarnir týdningarmiklir. Væntað verður, at tú:

  • ert jalig/ur og siðilig/ur og vísir øðrum álit og virðing, eisini tá ið hart leikar á
  • ert búgvin, hevur humor og spjaðir gott lag kring teg og dámar væl tætt samskifti við politikarar, leiðarar og starvsfólk.
  • ert sterk/ur og hevur ró og yvirlit, eisini tá ið støðan gerst torfør, ella tá ið arbeitt verður undir trýsti
  • megnar at standa trygt og týðiliga fram mitt í øllum avbjóðingunum
  • ert virkisfús/ur og ert týðiliga áhugað/ur
  • ert tignarlig/ur og reiðilig/ur og megnar at umboða kommununa á ein góðan hátt

LØN OG SETAN

Starvið verður sett frá 1. juli 2021. Starvið verður lønt í 38. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórasáttmáli verður gjørdur, og møguleiki er fyri áramálssetan.

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til: starv@klaksvik.fo Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði, og umsóknir skulu  verða Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. apríl 2021 kl. 12:00.


Les meira her: Ískoysti til starvslýsing eftir kommunustjóra til Klaksvíkar kommunu

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Karl Haldorsson Johansen, borgarstjóra á tlf. 410000. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu: www.klaksvik.fo

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy