Tíðindi

08.10.2026
35 nýggj barnagarðspláss í Baldursbrá

Í dag var almenn móttøka á Norðoyri, tá nýggi tilbygningurin í barnagarðinum Baldursbrá lat upp. Fleiri børn, foreldur og starvsfólk vóru komin saman at hátíðarhalda dagin og síggja nýggju hølini, sum nú styrkja og víðka um dagstovnatilboðið í kommununi.

Tiltakið byrjaði við, at børn úr Baldursbrá framførdu nakrar sangir fyri gestunum. Síðan var tað Annika S. Biskopstø, varaborgarstjóri, sum bjóðaði vælkomin og helt eina stutta røðu. Hon vísti á, at dagstovnaøkið hevur verið eitt týðandi raðfestingarøki hjá kommununi seinastu árini, og at útbyggingin av Baldursbrá er enn eitt stig í arbeiðinum at skapa góðar karmar um børn og barnafamiljur í kommununi.

Við nýggja tilbygninginum fær Baldursbrá 35 nýggj pláss og hevur nú tilsamans 80 pláss. Útbyggingin skal vera við til at nøkta tørvin á dagstovnaplássum og samstundis geva børnunum góðar og nútímans umstøður at mennast, spæla og læra.

Eftir røðuna varð høvi hjá teimum vitjandi at síggja nýggju hølini og fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Baldursbrá varð tikin í nýtslu í 2022, og útbyggingin er partur av miðvísa arbeiðinum hjá Klaksvíkar kommunu at menna dagstovnaøkið og tryggja góðar karmar fyri yngstu borgararnar.

Onnur tíðindi
07.10.2026

Móttøka í Baldursbrá

06.10.2026

Vatnveiting óstøðug á eystur­síðuni

06.10.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu