Tíðindi

03.03.2021
Handilshølini við biskupstorg verða gjørd klár

Í morgun varð avtalað undirskrivað við arbeiðstakararnar, sum skulu standa fyri arbeiðinum at gera handilshølini við biskupstorg klár.

Arbeiðstakararnir eru: 

Rebus: Timburarbeiði

Richard Sørensen: Múraraarbeiði

Magni Jacobsen: Málaraarbeiði

TTS: El-arbeiði

Klima: Automasjónsarbeiði

Victor á Lakjuni: Hitaverks- og ventilatiónsarbeiði 

Samlaði kostnaðurin er umleið 8,5 mió. 

Arbeiðið væntast at verða liðugt móti sumri, og tá kann Kaffihúsið Fríða, Norðoya Kunningarstova, 2U, Motus Sport, Madame Vælvera og Vøggan flyta sítt handilsvirksemið í handilshølini. Saman fara tey at skapa lív og fjølbroytt virksemi í miðbýnum, sum uttan iva verður til gagns fyri bæði borgarar og vitjandi. 

 

 

Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn