Tíðindi

17.03.2021
Klakksvíkar Hermetikk (Bollafabrikkin) setast í upprunaligan stand

Avtala varð í dag undirskrivað millum klaksvíkar kommunu og eigararnar av ‘Bollafabrikkini’. Avtalan merkir, at ognarviðurskiftini verða umskipað soleiðis, at verandi virksemi heldur fram í niðaru hæddini, meðan kommunan fær ræðisrætt yvir ovaru hædd. Avtala varð eisini, at kommunan átekur sær at seta bygningin í upprunaligan stand.

Á mottøku í gamla fjósinum hjá Kjølbro seinnapartin, vóru keyps- og leiguavtalur undirskrivaðar við teir 16 eigarirnar av gamla virkisbygninginum, Klakksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, sum J.F. Kjølbro lat byggja í 1946. Avtalan verður nú løgd fyri býráðið til endaliga góðkenning.

Eftir at býráðið hevur tikið støðu, kunnu verandi eigarar fara at rudda bygningin, aðrenn kommunan kann fara í gongd við at klæða bygningin og skifta vindeygu og tak, soleiðis at at hesin søguligi bygningur kann verða varðveittur.

-        Eg eri sera fegin um, at semja nú er um, at býráðið kann yvirtaka bygningin. Nógv virksemi hevur verið í bygninginum gjøgnum árini, og er umbyggingin sostatt liður í framhaldandi at halda lív í húsinum. Góðar og tíðarhóskandi umstøður til okkara útróðrarmenn og vinnuna á Stongunum er altavgerandi, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Teir 15 egningaskúrarnir og frystigoymslurnar, sum eru har í dag, fara framvegis at húsast har, meðan Klaksvíkar býráð enn ikki hevur tikið støðu til, hvat ovara hæddin skal nýtast til. Væntandi kann hetta arbeiðið fara í gongd í summar. Ætlanin er somuleiðis, at økið aftan fyri skúrarnar og norðan fyri Bollafabrikkina skal ruddast og verða eitt prýði fyri býin.

-        Hetta er eitt av høvðusmálunum hjá mær at fáa framt. Tí er tað gleðiligt, at vit nú fáa hetta loyst í sátt og semju við eigararnar, sigur Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini.

Avtala varð eisini gjørd um, at seta á stovn eina nýggja ‘skúranevnd’, har umboð fyri kommununa og eigarar av egningarskúrunum skulu tryggja, at leiga verður goldin til víðari viðlíkahald av bygninginum.

 

Stutt um Klakksvíkar Hermetikk (Bollafabrikkin)

Klakksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, er ein virkisbygningur á Stongunum, sum J.F. Kjølbro læt byggja, og sum virkaði sum hermetikkvirkið frá 1946 til 1971.

Tá virkið varð bygt, vóru Stengurnar millum størstu arbeiðsplássini í landinum. Har var nógv virksemi, og umframt  teir uml.  30 útróðrarbátarnar, sum tá hoyrdu til Klaksvík, so var eisini tætt samstarv við bygdirnar á eystursíðuni av Eysturoynni, haðani útróðrarbátar avreiddu í Klaksvík.

Endamálið við Klakksvíkar Hermetikkvirki var at fáa eitt virki til meirviðgerð av matvørum. Bygningurin við norðurendan á Stongunum er ein betongbygningur á 24 x 14 metrar til støddar í tveimum hæddum (670 fermetrar).

Klaksvíkar Hermertik er ta aftara/eystara húsið, sum vendir suður/norð, bygt 1946 (sí bókina: Óli Jacobsen: KJØLBRO, lív og virki, síða 244). Har var øll framleiðslan, og ikki í fremra partinum av húsinum!
Frammanundan 1946 stóð har lágur bygningur/hús til ráfiska- & saltfiskagoymslu (sí bók: J.S.Hansen: P/f J.F.KJØLBRO 1913-1983). Orðið bollafabrikkin kom av, at stórsta framleiðslan á KH var fiskabollar í soði (úr toski/hýsu). Sama tilfar bleiv eisini gjørt til fiskakøku. Onnur framleiðsla var: sildagaffilbitar og kryddsild, hummari, fuglur í soði, og medio 1950-árini enntá stórhvalatvøst, - alt lagt í blikk, ikki í gløs.

Nakað annað er, at nøkur ár eftir 1946, o.u.1950/51, bleiv annað hús bygt uppat KH, t.e. tann bygningurin sum vendir oman/niðan. Harvið misti KH alt dagsljós gjøgnum vindeyguni omaneftir, onnur vindeygu vóru har ikki, og tí bleiv hasin langi smæli yvirbygningurin á tekjuni, mønuni, gjørdur, við vindeygum báðar vegir, so at dagsljós kundi koma inn tann vegin.

Annars bleiv kjallarin undir KH frá 1946, eisini partvís, brúktur til hermetikkvirkið, har blikkdósirnar blivu samansettar. Men so bleiv minni pláss til ráfisk/saltfisk, heilt nógvur (rá)fiskur, kom uppá á land tey árini, eisini saltfiskur. Tí bleiv hetta seinna húsið bygt, eisini í tveimum hæddum, ovara hæddin tó ætlað til vanliga handilsvørugoymslu (t.v.s. “tungar vørur” í sekkjum, sum fóður, mjøl, sukur o.t., sum Kjølbro tá førdi í heilsølu). Tó bleiv hurð gjørd millum KH og hetta húsið, ovaru hædd, soleiðis at KH fekk eitt sindur av goymsluplássi til part av framleiðsluni, áðrenn avskiping. Og kjallarin bleiv (rá)fiskakjallari.

Nakað, ikki er komið fram nakrastaðni, er, at fyrsta fiskaflakaframleiðslan í Klaksvík o.u. 1955, byrjaði júst í kjallaranum á KH, hondskering, í 1960 flutt upp í ovaru hædd í nýggjara húsinum/bygninginum, fiskurin heisaður upp við krána/spæli. (Tá fóru sekkjavørurnar niðan í veruligu heilsøluna, í sunnara gamla netahjallinum, inngongd frá Stengarvegi, sum startaði 1960). Ógvuliga primitivt, men nokkso áhugavert, tí “sama” flakavirki er enn í Klaksvík nú skjótt 60 ár seinni, meðan onnur virki í FØ eru afturlatin ella farin undir aðra framleiðslu.
Tá so nýggja flakavirkið á Kósini varð liðugt seint á heysti 1965 fór øll flakaframleiðsla fram á Kósini við nýmótans maskinum. Leiðarin á KH, John Høj, flutti við norður á Kósina, og bleiv virkisleiðari har. Og so vóru dagarnir hjá KH taldir. Allur áhugi í leiðsluni í Kjølbro fór nú í Kósavirkið, áhugin fyri KH minkaði, frystiboksir komu í øll hús, og í 1971 støðgaði virksemið heilt.

Seinni blivu báðir kjallararnir gjørdir til egni- og frystirum hjá útróðrabátunum, í fyrstuni felags fyri allar bátarnar, seinni hvør bátur fyri seg. Fá ár seinni komu so hasir nýggju egningarskúrarnir norðanfyri.

Keldur:
https://nordlysid.fo/tidindi/11186/klakksvikar-hermetikk-1946-1966-virksemid-hja-kjolbro-a-stongunum 
Finn Kjølbro

Onnur tíðindi
13.05.2025

Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum standi

13.05.2025

Ver við til semifinaluna

12.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 14. mai

08.05.2025

Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksvíkar