Tíðindi

29.03.2021
Fyrireika sølutorg og bátafelagshús

Í síðstu viku varð bjóðað til fyrireikandi fund fyri teimum, sum hava áhuga fyri smásølu og sum ynskja at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum hava bátapláss í Klaksvik. Enn er endalig avgerð ikki tikin til, hvar staðsetingin av sølutorginum verður, men semja er um, at verkætlanin skal fremjast í hesari setuni.

Í fyrstu atløgu vóru tey bjóðað, sum hava sølu av vørum, ið eru framleiddar lokalt, so sum fisk, fugl, turt kjøt og annað. Ætlanin er at byggja á royndirnar hjá teimum, ið hava selt í smáu smáttunum hjá kommununi, og harvið geva teimum enn betri umstøður, soleiðis at hendan vinnan kann mennast enn meira.

Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini, sigur, at tað er stórur tørvur á at fáa eitt sølutorg í Klaksvík, har ætlanin somuleiðis er at gera eitt bátafelagshús, almenn WC og betra um umstøðurnar hjá bátaeigarunum.

-        Peningur til fyrireikingar arbeiðið er avsettur í inniverandi árið, og ætlanin er at verkætlanin skal fremjast í hesari setuni. Tí heita vit á øll, sum sita inni við góðum hugskotum, um at koma og geva teirra íkasti til verkætlanina.

Onnur tíðindi
29.10.2025

Minningahald allahalgannadag

29.10.2025

Býráðsskráin 30. september

29.10.2025

Søkt verður eftir námsfrøðingum ella hjálpar­fólki til Dr. Margrethu Barnagarð

27.10.2025

Tíðaravmarkað undantaks­loyvi givið til taðing í Kalsoy