Tíðindi

30.03.2021
63 hús og bygningar fáa dagført kloakkviðurskiftini

Arbeiðið, at betra um spillivatnsskipanina og kloakkviðurskiftini við Heygavegin, er vorðið meira umfatandi enn áður mett. Arbeiðstøkan, sum umfatar 63 bygningar, er deild upp í fimm økir, sum eftir ætlan verður liðugt seinni í ár.

Tá arbeiðið fór í gongd í november, sást, at verandi spillvatn- og kloakkskipan var sera slitin. Eisini var vegurin og undirlagið undir vegnum í sera ringum standi, umframt at partar av undirlagnum innihelt mógv, sum nú er grivið upp og burturbeint.

-        Arbeiðið hevur verið umfatandi og kravt neyva samskipan, har bæði kommunan, SEV og Føroya Tele hava gjørt ymiskt arbeiði. Harumframt er arbeiðið eisini seinka av nógva kavanum sum lá í januar og februar, sigur Kristoffur Olsen, leiðari á kloakk og Vegadeildini.

Hetta merkir, at øll breiddin av vegnum verður bygd upp av nýggjum, og nýggir vegbrunnar lagdir í. Nú er arbeiðið í sjálvum vegkassanum um at vera liðugt, og roknað verður við, at klárt verður at asfaltera fyrstu 100 metrarnar eftir páskir, umframt at nýggir kantsteinar skulu leggjast.

Nevnast kann eisini at kaðalarbeiðið hjá SEV, sum liggur frá Varmakeldueiði, umvegis Leirvíkstunnilin og Norðoyatunnilin, er um at vera liðugt. Kaðalin er nú lagdur og skjótt verður klárt at tendra fyri nýggju el-veitingar leiðini.

Nú tað skjótt verður koyrandi eftir Heygavegnum aftur, so er kloakkarbeiðið í økinum ikki heilt liðugt enn. Tá verandi arbeiðið er liðugt, verður tað eftir ætlan hildið áfram við kloakkskipanini á Eiðinum, sum helst er eins gomul sum tann á Heygavegnum.

Onnur tíðindi
01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað